DanishDeutsch (DE-CH-AT)English (United Kingdom)
PDF Print E-mail

Adventure Travel varð stovnað í desember 2008. Vit selja ferðir til og í Føroyum, og við okkara servitan, -kunnleika og royndum, kunnu vit bjóða tær eina uppliving, ið livir upp til tíni krøv og ynski. Uppliv Føroyar úr luftini á einum tyrlutúri, undir vatnskorpuni á einum kavaratúri, úti á sjógnum í einum skjóttgangandi báti ella umborð á einari slupp, ella á einum av mongu spennandi túrunum á landi. Nýt frísku luftina, fuglasongin, reina vatnið, vøkru fjøllini og áhugaverdu søgurnar um land okkara, saman við familju, vinfólki, flokkinum, bindiklubbanum ella øðrum.

Vit taka okkum av upplivingum, gisting og flutningi. Eisini skipa vit fyri tiltøkum so sum fyrilestrum, føðingardøgum, fermingum, ættarstevnum, polterabend og brúdleypum.
Vit veita tær fyrsta floks tænastu og ráðgeving, og leggja tín túr til rættis allan sum hann er.